Ragnar skrivað nýggjan sáttmála

ítróttur23-11-2020 - 22:57 - Jóanis Nielsen

Arbeitt verður av álvara við at tryggja framtíð felagsins, og Ragnar Weihe hevur nú eisini skrivað nýggjan sáttmála við felagið. Og enn ein leikari er klárur til Betri deildina 2021.


Eftir at hava smakkað til vaksnamannafótbólt sum 16-ára gamal í 2018, har hann fekk 10 dystir á øðrum liði, fekk ungi sandavágsmaðurin veruliga gjøgnumbrotið, tá hann spældi næstan hvønn dyst á besta liði 1. deild í fjør. Í ár hevur hansara leiklutur verið eins týðningarmikil, og, nú 19-ára gamal, spældi hann næst mest av øllum leikarum okkara. Og 4 mál fekk hann eisini.

Miðvallarin úr Sandavági, abbasonur heiðurslimin í felagnum, Magna Thomassen, er enn ein av ungu leikarum okkara, sum tekur stigið fult og ábyrgdina alla, og kemur soleiðis, saman við hinum, vónandi, at mynda eina spennandi og eyðnuríka framtíð fyri fótbóltin í Vágum.