Rætturin til lív

politikkur12-08-2019 - 13:30 - Jóanis Nielsen

Miðflokkurin - eitt trygt samfelag.

Ragnar Ludvig valevnið fyri Miðflokkin til løgtingsvalið 2019 er sannførdur um, at rætturin til lív, at verða føddur og sleppa at liva lívið hevur avgerandi týdning fyri okkara samfelag.

Samfeløg sum ikki virða gudgivna lívið, ið natúrliga verður framleitt í móðurlívinum, koma fyrr ella seinni í stríð við seg sjálvan. Hetta er tað, sum Miðflokkurin av góðum orsøkum kallar fyri glíðibreytin – har blindur leiðir blindan.

Miðflokkurin stendur fast við hetta:

üat børnini hava rætt til at liva og vil lógarstaðfesta alla hugsandi verju,

üat broytingar verða gjørdar í fosturtøkulógini, við nullhugsjón sum endamáli,

üat fosturtøkuráðgeving má styrkjast við m.a. anonymari akutt telefon/móttøku, og

üat sorteringssamfelagshugsjónin ikki verður partur av føroyska samfelagnum.

Eg vil eisini nýta hetta høvi, at takka Havnar Bio fyri frumsýningina tann 25. august. 2019, ið er beint fyri løgtingsvalið. Eg viðmæli, at hesin filmurin verður sýndur fleiri ferðir, eins og aðrir filmar. Og eg vil eisini eggja fólki, at seta tíð av til filmin. Tí hetta er eitt álvarsmál, ið snýr seg um upplýsing, sum hevur avgerandi týdning fyri barnið – fyrst– og alt fólkið.

Góði veljari, lat okkum elska hitt gudgivna lívið heilt frá gitnaði til grøv.

Við ynski um Guds signing.

Kærar heilsanir

Ragnar Ludvig