Rækjutrolarin Havborg er nú farin avstað - nú undir russiskum flaggi

vinna22-10-2017 - 11:57 - Jóanis Nielsen

 Rækjutrolarin Havborg, sum fyrr í summar varð seldur til Russlands, er í vikuni farin avstað, nú undir russiskum flaggi.

Havborg eitir nú Arctic Lion, hannn skal fiska rækjur í Barentshavinum.

Síðani skipið varð selt í summar hevur tað verið til umvælingar hjá MEST í Havn, har skipið er pussað upp og ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið er gjørt.

Havborg var keypt til Vágs í 2000 og keypt til Leirvíkar í 2004, har tað hevur verið heimahoyrandi, til skipið varð selt til Russlands í summar.