Ráðstevnan Kná børn

17-04-2019 - 22:17 - Jóanis Albert Nielsen

Øll børn í Føroyum í dag hava ikki javnbjóðis møguleikar at standa seg í lívinum, tí at almennu og kommunalu skipanirnar í ov stóran mun svíkja.

Viðkomandi almennir, kommunalir og privatir felagsskapir hava tikið seg saman um ráðstevnuna Kná børn.

Almannaverkið tók í vár stig til, at viðkomandi partar, sum hava við børn og ung at gera, skipa fyri eini ráðstevnu, sum kastar ljós á viðurskiftini hjá børnum og ungum í Føroyum. Úrslitið er ráðstevnan Kná børn, sum partarnir heilhugaðir og fullir av orku hava tikið lut í.

Endamálið

Endamálið við ráðstevnuniKná børner, at hon skal seta gongd á eitt arbeiði, sum skal tryggja, at øll børn og ung í Føroyum,rættstundis,fáa javnbjóðis møguleikar at standa seg í lívinum.

Skráin

Á ráðstevnuni verða fakligur íblástur, fyrilestrar, persónligar frásagnir, kjak og sjónleikur.

Nøkur dømi

·Viðurkendi danski professarinPer Schultz Jørgensenheldur fyrilestur til høvið um kná børn og avbjóðingarnar hjá familjuni.

·Norsku serfrøðingarnirCamilla Trud NereidogMargrethe Taulegreiða frá málrættaða norska átakinum 0-24, sum vendir sær beinleiðis til børn og ung í andgletti.

·Tær tríggjarRebekka Perlickfrá Psykiatriska deplinum,Alisa Hammerúr Bláa Krossi ogSúna Mørkúr Fountainhúsinum seta fingurin á øll tey økini, sum vit í Føroyum ikki megna.

·Nøkurung fólkgreiða frá persónligu upplivingini við eini skipan, sum í alt ov stóran mun hevur svikið.

·Sjefkokkurin á KOKS,Poul Andrias Ziska,greiðir frá síni torføru skúlagongd, og hvussu hann kom í lívsins skúla.

Innihaldsliga er ráðstevnan skipað í trimum breytum. Í einari skipanarligari breyt seta útlendsku og føroysku serfrøðingarnir sjóneykuna á avbjóðingarnar hjá børnum og ungum í dag, og ikki minst verður ljóskastarin settur á, har skipanin svíkur. Skipanarliga breytin í Høllini í Norðurlandahúsinum endar við einum politiskum kjaki um framtíðina, og hvat skal gerast.

Í Skálanum verða viðkomandi fyrilestrar við millum øðrum Barnabata og barnaverndartænastunum í Tórshavn og í Runavík, meðan tað í Klingruni verða fyrilestrar av meiri praktiskum slagi innan økið. Í Klingruni hoyra vit millum annað Poul Andrias Ziska siga frá um sína skúlagongd, og hvussu tey á Margarinfabrikkini arbeiða við einum samansettum námsfrøðiligum skúlatilboði.

Ráðstevnan er fyri øll og er ókeypis

Øll eru hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið til ráðstevnunaKná børnfríggjadagin 3. mai 2019. Ráðstevnan er ókeypis, byrjar klokkan 8.30 og endar umleið klokkan 16.00.

Skráin fyri dagin er viðheft.

Almannaverkið