R7 Kringvarp otar seg til Havnar

mentan04-09-2017 - 15:43 - Jóanis Nielsen

Almenn móttøka verður mikudagin, 6. septembur, frá kl. 10:00 til 15:00, á Smærugøtu 9A.

R7 Kringvarp, sum hoyrist í 98% av landinum, otar seg nú til Havnar.

Í einum av bestu adressum í landinum, fer R7 at førka seg nærri teimum meir enn 20.000 fólkunum í høvuðsstaðnumat senda útvarp og at framleiða tíðindi til portalin, www.r7.fo.

Flyta í nýggj hølir í Havn

R7-útvarpið og R7-portalurin flyta nú eisini inn á ovastu hædd í húsinum hjá Føroya Skipara & Navigatørfelag, við útsýni yvir alla Havnina.

At vit taka nýtt høli í nýtslu, merkir ikki, at vit bara vera í Tórshavn, men koma framhaldandi at halda til í Saltangará og við studio í Klaksvík.

Móttøka mikudagin

Í samband við flytingina verður almenn móttøka mikudagin, 6. septembur, frá kl. 10:00 til 15:00, á Smærugøtu 9A, í húsinum hjá Føroya Skipara & Navigatørfelag.

Í samband við móttøkuna, verður sent úr Havn allan dagin og hevur R7 bjóðað ymiskum gestum at luttaka í sendingunum, ið vera sendar á degnum.

Móttøkan er almenn og øll eru tí hjartaliga vælkomin.

Vinaliga
Ingi á Steinamørk
Stjori á R7 Kringvarp