Queen Elizabeth vitjar í dag

Vinna08-08-2017 - 09:20 - Jóanis Albert Nielsen
Um 7 tíðina kom "Drotning Elizabeth" á Havnina, tað er stórsta ferðamannaskipið ið vitjar í Føroyum í ár, tað er komið hendavegin eftir at hava verið í Íslandi.

Queen Elizabeth var tikin í sigling í 2010, og kostaði hon 350 mió pund at byggja, tað er bygt í Italia. Hon var fyrsta árið heimahoyrandi í Southampton í Onglandi, men skifti heimstað í 2011 til Bermuda.

Tá ið Queen Elizabeth tekur flest fólk, kann hon taka 2547 ferðafólk. Skipið hevur 16 hæddir, harav 12 er til ferðafólkini. 

Queen Elizabeth er 294 metrar langt, og 32 metrar breið. Hon kann sigla uppí 23,7 míl.

Tá ið skipið fer víðari seinnapartin fer tað til Kirkwall.