Pullertarnir í Fuglafirði hildu ikki

vinna07-12-2017 - 21:00 - Jóanis Nielsen

 Í Fuglafirði leikaði hart á í dag. Vit skrivaðu um Trónda í Gøtu, sum sleit fleiri endar og um Tummas T., vit skrivaðu, at Tummas T. fór á Skálafjørðin, men teir fóru á Oyrareingir.

Hjá Tummas T slitnaðu endar fleiri ferðir, endar sum eru úr spektra og hava eina brotstyrki uppá 140 tons - teir slitnaðu sum trillitráður, aðrir hildu, men so gekk tað bara útyvir pullertarnar á bryggjuni í staðin, onkur boygnaði og onkur varð ryktur heilt burturúr stoypingini.

Tummas T. skuldi landa svartkjaft til Havsbrún seinnapartin, men har var einki at gera, teir fóru frá og liggja nú á Oyrareingjum

Sí myndirnar niðanfyri her.