Príslækking í undirsjóvartunlunum

vinna17-07-2017 - 11:35 - Jóanis Nielsen

Nevndirnar í Norðoyartunlinum og Vágatunlinum hava avgjørt at lækka prísirnar frá 1. august 2017.

 Prísirnir broytast soleiðis:

·         Prísurin fyri hvønn túrin við haldi lækkar 16,7%, úr 30 krónum niður í 25 krónur. Hereftir ber til at ogna sær 20-túrahald fyri kr. 500,-, 40-túrahald kr. 1.000,-.

·         Hald til akfør longur enn 6 metrar. Prísurin  lækkar 25,9%, úr kr. 135 niður í kr. 100 fyri hvønn túrin

·         Prísirnir fyri árshaldini og stakar túrar vera óbroyttir.

 

Eftir hesum broytingum verða prísirnir framvegis teir somu í báðum tunlum.

 

Galdandi frá

1/8-2017

Stakir túrar

1 t/r

Lítið hald

20 túrar

Miðal hald

40 túrar

Stórt hald

 

Árshald

Akfør upp til 3.500 kg og styttri enn 6m

 

100 kr

 

500 kr

25 kr/túr

 

1.000 kr.

25 kr/túr

200 túrar

5.000 kr.

25 kr/túr

 

6.000 kr

500 kr./mánaðin

 

Akfør yvir 6 m.

(bussar,lastvognar)

  

 

300 kr.

 

2.000 kr

100 kr/túr

 

4.000 kr

100 kr/túr

100 túrar

10.000 kr

100 kr/túr

 

 

Prísbroytingarnar fara væntandi at kosta báðum feløgunum knappar 5 mió. kr. í minni inntøku.

 

Tekna hald og spar 75%!

 

Príslækkingarnar økja um prísmunin millum ferðakostnaðin hjá teimum, sum hava hald, og teimum sum ikki hava hald. Við haldi kann ein persónbilur koyra 4 ferðir gjøgnum tunlarnar fyri somu upphædd, sum tað kostar uttan hald. Uttan hald (persónbil) er kostnaðurin framvegis kr. 100 fyri ein stakan túr. Á heimasíðu felagsins – www.tunnil.fo – ber til at tekna hald. Eitt túrahald kann ognast fyri kr. 500, kr. 1.000 ella kr. 5.000 og tá kann koyrast ávikavist 20, 40 ella 200 ferðir í tunlunum. Tað er eingin tíðaravmarking fyri hvussu leingi eitt hald er galdandi.