Prince lagt at á Drelnesi

vinna18-09-2019 - 15:09 - Jóanis Nielsen

Tvøroyri: Í morgun stevndi avloysaraskipið hjá M/F Smyril, M/F Prince, inn eftur Trongisvágsfirði. Prince er skrásett á Kypros og er, sambært Marinetraffic, bygt í 1974. Skipið er 152,39 metrar langt og 20.05 metrar breitt. Bruttoregistartonsatalið er 13.336 tons, deyðvektin 1654 tons og mesta ferðin er upplýst til at vera 20 míl. Prince tekur 1230 ferðafólk og 300 bilar.

Til samanlíkningar er Smyril 138 metrar til longdar, 22,7 metrar breiður og mesta ferðiner 21 míl. Bruttoregistartonsatalið er 12670 og deyðvektin 2652 tons. Smyril er bygdur í 2005 og tekur 200 bilar og 975 ferðafólk í háarstíð.
Prince fer í sigling nú komandi leygardag og fer eftir ætlan at sigla tveir túrar aftur og fram um Suðuroyarfjørð dagliga.

(Myndir: Bjarni Nygaard - TVK)