Poul F. 120 ár – stór konsert í Norðurlandahúsinum

mentan23-10-2018 - 09:33 - Jóanis Nielsen

Sunnudagin 18. november hevði Pól F. Joensen – Hargaskaldið – fylt 120 ár. Hendan dagin verður forkunnug konsert í Norðurlandahúsinum, har fólksligi trubadururin Hanus G. Johansen, saman við øðrum tónleikarum, fer at spæla bæði nýggj og gomul løg til yrkingar hjá Pól F. 'Hanus & Aldubáran' leggja fyri við nýggjum útsetingum til púra ókend løg hjá Hanusi. Hesar útsetingar hava limir í Aldubáruni lagt til rættis.

Eftir steðgin fer Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, at hugleiða um Hargaskaldið. Endað verður við einum braki, tá eitt dygdargott rokkorkestur, saman við Hanusi, fer at spæla teir meira kendu sangirnar, sum í dag eru at meta sum føroysk fólkaogn. Tiltakið verður um 2 tímar til longdar.

Bert fá atgongumerki eru eftir, og tey kunnu keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo.

Stuðlað hevur Føroya Bjór.