Posta við tveimum nýggjum frímerkjum

vinna14-02-2020 - 12:15 - Jóanis Nielsen

Í dag á valentinsmessu, 14. februar 2020, gevur Posta út tvey nýggj frímerki.

Annað avmyndar Vatnsdalsvatn í Vágum og hitt eitt hjartað við áskriftini “Tú ert her”.

Roy Mosterd hevur tikið fotomyndina av Vatnsdalsvatni og listakvinnan Suffía Nón hevur teknað hjartað.

Virðið á frímerkjunum er ávíkavist 8,00 og 12,00 kr.

Lesið meira um nýggju frímerkini áwww.stamps.fo