Portur, sum ikki verða latin aftur

vinna14-03-2017 - 16:28 - Jóanis Nielsen

Vestmanna:

Aftur leygardagin (11. mars) kom seyður inn um vetrarhegnið - hesuferð tí at portrið omanfyri Gjónna stóð opið. Hetta gjørdi, at einir 30 seyðir sluppu inn um vetrarhegnið og oman í bygdina.

Um vetrarfriðingin skal eydnast til fulnar, so er alneyðugt, at fólk lata portrini aftur eftir seg.

Heitt verður á fólk um beinanvegin at siga frá, um tey síggja seyð innanfyri vetrarhegnið.