Politistøðin: Stjórnin má virka fyri føroyskum áhugamálum

Politikkur31-10-2018 - 10:00 - Jóanis Albert Nielsen

Føroyskar fyritøkur hættaðu sær ikki undir at bjóða uppá at umbyggja politistøðina. – ES-útboð hoyra ikki heima í Føroyum, og tað má stjórnin virka fyri at broyta, sigur javnaðartinglimurin, ið hevur sett donsku stjórnini nýggjan fyrispurning um málið.

Í dag svaraði Rasmus Jarlov, vinnumálaráðharri, fyrispurningi frá Javnaðarflokkinum um umbyggingina av politistøðini. Fólkatingslimur floksins vildi hava at vita, um stjórnin vil virka fyri at útboð hjá danska statinum í Føroyum frameftir fara at verða gjørd eftir føroyskum reglum og mannagongdum.

- Vit mugu helst ásanna, at tað kann vera ov seint at gera nakað við útboðið av politistøðini. Tí mugu vit hyggja frameftir, og tað var hetta, sum vit vildu hava ráðharran at fyrihalda seg til. Men tað ger hann tíverri ikki, sigur Sjúrður Skaale.

Ráðharrin vísir hinvegin á, at danska lóggávan um alment útboð er grundað á ES-reglur, ið skulu tryggja ein haldgóða kapping og skilagóða nýtslu av almennum peningi.

- Hetta eru júst somu atlit, sum verða tikin í føroyskari lóggávu. Mær vitandi eru heldur ongar forðingar fyri, at fyritøkur úr ES bjóða seg fram at gera uppgávur í Føroyum. Og halda tær seg til føroyska lóggávu og reglur á arbeiðsmarknaðinum annars, so skulu tær eisini at vera hjartaliga vælkomnar.

- Men tað eigur at bera til at finna skilagóðar loysnir. Føroyskar fyritøkur mugu hava møguleika at bjóða seg fram á vanligum føroyskum treytum. Serliga tá ið bygt verður fyri almenna rokning, sum í hesum førinum við danska statinum sum byggiharra. Tað er rímiligt at krevja, at stjórnin arbeiðir fyri at broyta hesi viðurskiftini, sigur Sjúrður Skaale.

Javnaðartingmaðurin hevur tí í dag sent ráðharranum ein nýggjan spurning, ið vónandi fer at geva meira ítøkilig svar uppá, hvørjar ætlanir stjórnin hevur á hesum økinum:

Spørgsmål: Vil regeringen arbejde for at ændre de EU-retlige regler om udbud således, at det bliver muligt for en medlemsstat at udbyde varer, tjenesteydelser, byggearbejder og/eller anlægsarbejder på lokale regler og vilkår, når forholdene taler herfor, herunder når arbejdet skal leveres eller udføres i et området med høj grad af selvstyre, som for eksempel på Færøerne?

Skriftlig begrundelse: Der henvises til ministerens besvarelse af spørgsmål S 146 af 30. oktober 2018. Det forekommer ikke hensigtsmæssigt, at den danske stat ikke har mulighed for at henholde sig til lokale love og regler, når arbejde skal udføres på Færøerne. Færøerne har betryggende regulering på området, som – i lighed med de EU-retlige regler – har til formål at sikre en bred adgang til at byde på offentlige arbejder, samt at arbejde for det offentliges regning kan udføres til den bedst mulige pris. Virksomheder fra andre EU-lande er – spørgeren bekendt – heller ikke forhindret i at byde på opgaver på Færøerne. Alt taler derfor for, at der bør kunne findes en praktisk løsning, som både tilgodeser hensynet til EU, Danmark og Færøerne.