Politiska útlutanin hjá Høgna Hoydal

Politikkur13-08-2018 - 21:58 - Jóanis Albert Nielsen

Fyri 26 døgum síðani varð tilmælið hjá Menningarbólkinum hjá Høgna klárt. Eftirfylgjandi skuldi tað gjøgnumskoðast av fiskimálaráðnum, um alt var lógfrøðiliga í lagi. 38 umsóknir komu inn og einans 7 fáa menningarkvotu. Menningarkvoturnar skuldu verða avdúkaðar áðrenn ólavsøku. Fríggjadagin stóð at lesa, at menningarkvoturnar nú umsíðir vórðu klárar. ÓHEFTA politiska útlutanin skuldi avdúkast í dag, mánadag 13. august 2018. Mong munnu teyverða við mær, ið hava bíða í spenningi eftir, hvør fór at fáa menningarkvotu og ikki. Klokkan 18 var seinasta tíðindasending í útvarpinum fyri í dag, og enn standa vit líka óvitandi sum fríggjadagin. Einki er at hoyra frá Høgna, einki verður skrivað, eingin veit nakað, men okkurt fjalir seg handan hendan váta kalda mánadag.

Politiska kabalin hjá Høgna Hoydal skal ganga upp. Fríggjadagin helt Høgni Hoydal helst, at alt var í lagi, men síðani tá er vend komin í holuni. Fiskimálaráðharrin mátti kúvenda av feriu í Bulgaria. Samgongan má klára at telja upp í 17 aftaná hesa avdúkingina. Spenningurin økist og vit standa spyrjandi.

Fer Heðin Mortensen at skaffa Havnini menningarkvotur?
Fer Páll á Reynatúgvu at skaffa Sandoynni menningarkvotur?
Fer Ingolf S. Olsen at skaffa Sørvági menningarkvotur?
Fara Bjarni Hammer og Kristin Michelsen at skaffa Suðuroynni menningarkvotur?
Fer Pauli Trond Petersen at skaffa Vestmanna menningarkvotur?
Fer samgongan at yvirliva aftaná menningarkvoturnar verða avdúkaðar?

Fyrr varð sagt, at fríggjadagur tann 13. varð ein farligur dagur. Er mánadagur tann 13. vorðin fríggjadagur tann 13. fyri hesa samgonguna? Fær samgongan nú knívin fyri barkan, ella megnar samgongan enn einaferð at hóra undan og øll í samgonguni fáa sítt?

Tað einasta vit kunnu staðfesta aftaná dagin, ið fór er, at hendan útlutanin, sum skuldi verða alt annað enn ein politisk útlutan, er vorðin tann mest grova politiska útlutanin í Føroya søgu. Hendan útlutanin av menningarkvotum hevur nú eittans endamál, at nøkta tørvin á politikkarunum, fyri framhaldandi at verða ein samgonga, og absolutt einki annað.

Vit mugu bara vóna, at val verður útskrivað skjótt, so at aðrir flokkar kunnu koma til aftur og venda hesi grovu politisku útlutanini, sum fer fram í løtuni av samgonguni, tí slíkt sirkus í Tinganesi hevur Føroya fólk ikki uppiborið at verði vitni til.

Latið okkum saman venda skútuni á rætta kós aftur, tá ið farið verður á komandi val.

Eyðstein
Zachariasen