Mynd: Eyðun Høgnesen.

Polarhav og Stjørnan landa gulllaks í Klaksvík

20-04-2017 - 09:10 - Jóanis Nielsen

 Polarhav og Stjørnan komu á Klaksvík tíðliga í morgun við 210 tonsum av gulllaksi, sum teir landa á Kósini.

Gulllaksurin verður koyrdur við bili til Leirvíkar, tað er Tavan sum keypir gulllaksin.

Vit tosaðu umborð í gjárkvøldið, teir royndu fyrst sunnast í føroyskum sjógvi, fóru so millum bankarnar og endaðu vestur úr Mykinesi.

Tað hevur viðrað hampuligt hendan túrin.

Polarhav og Stjørnan fara nýggjan túr kl. 21 í kvøld.