
Mynd: Eyðun Høgnesen.
Polarhav og Stjørnan landa á Kósuni
vinna18-01-2018 - 09:13 - Jóanis Nielsen
Polarhav og Stjørnan komu á Klaksvík mitt í nátt, teir hava uml. 300.000 pund, so gott sum alt er upsi.
Teir byrjaðu at landa á Kósuni kl. 6 í morgun.
Polarhav og Stjørnan fóru til fiskiskap 8. januar, teir hava roynt í landnyðring úr Fugloynni, onkran dag hava teir ligið bakk.
Ætlanin er at fara nýggjan túr kl. 20 í kvøld.