Polar Nanoq og Polar Amaroq landa í Kollafirði

vinna14-08-2019 - 10:35 - Jóanis Nielsen

 Grønlendsku skipini Polar Nanoq og Polar Amaroq landa makrel í Kollafirði.

Teir hava fiskað einar 100 fj. norður úr føroyska markinum, har nógv skip royna - russisk, grønlendsk, íslendsk og føroysk.

Grønlendska skipið Polar Princess er eisini áveg til Føroyar, teir plaga at landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, men vit vita ikki hvar teir landa.

Myndirnar hevur Frits Joensen tikið.