Pól Huus Sólstein á Facebook - Nú má eg tala at

vinna11-01-2019 - 15:04 - Jóanis Nielsen

Nú má eg tala at:


Nú áleið 1200 tons av toski á Flemish Cap skulu seljast á eini uppboðssølu, hevur Høgni Hoydal kúvent í støðu síni, og goymir seg aftanfyri lógina um sjófeingi, sum løgtingi hevur samtykt. Keypt er keypt á afturlatnari uppboðssølu, og reiðarí og manning sum fiska sama fisk á somu leið fyri sama prís fáa ymiskt burturúr aftaná loknan arbeiðsdag. Ikki tí tað er so, men tí Poliskaskipanin sigur tað skal verða so. Hetta er virðingarleyst og undir alt lámark. Her eru á leið 80 mans, sum verða drignir uppí hendan populismu leikin hjá elituni.

Samstundis hoyra vit at Akademikarafelagið kærir Heðin Mortensen til Løgtingsins umboðsmann, tí hann skipaði Landsverk í 3 deildir. Ongin uppsagdur, ongin niður í løn, og onki hóttafall at hóma. Og aðalstjórin sigur, at talan er bert um broyttar SAMSKIFTIS mannagongdir!!

Eg moyni tað. Um vit øll ikki duga at síggja tað tragikomiska í hesum, so hava vit ein stóran trupulleika. Politiska skipanin klívur tjóðina í tvey við slíkari frøðiligari hugmóð.

Og tit eru vælkomin at deila, so flest møguligt fata veruleikan.