Pison hevur gjørt ein góðan túr vestanfyri

vinna13-03-2017 - 12:57 - Jóanis Nielsen

 Línuskipið Pison hevur gjørt ein rimmar longutúr vestanfyri. Teir hava 145.000 pund, harav meginparturin er longa.

Pison landar í morgun á Kósini.

Vit meta, at Pison kemur at selja fyri eina knappa millión.

Teir fóru út 28. februar og hava roynt vestanfyri.