P/f Eysturoy hevur keypt línu/frystibát úr Norra

vinna14-09-2019 - 15:57 - Jóanis Nielsen

 P/f Eysturoy v/ Anfinn Olsen hevur keypt ein línu-frystibát úr Norra, talan er um ein 20 ára gamlan bát, sum er í sera góðum standi, sigur reiðarin Anfinn Olsen við JN.fo.

Talan er um línubátin ATLANTIC úr Moløy, skipið lastar góð 300 tons, skipið kemur í flotan fyri línubátin Sigmund, sum P/f Eysturoy hevur selt.

Reiðaríðið í Moløy byggir ein nýggjan stóran línubát, sum teir fáa fyrst í komandi ári, tí verður Atlantic ikki handaður føroyinum fyrrenn í desember, tí hann skal fiska kvotuna, teir hava í ár.