Petter er givin í 07 Vestur

ítróttur14-06-2017 - 19:02 - Jóanis Albert Nielsen
Í desembur gjørdu 07 Vestur og 28 ára gamli svenski Petter Bjӧrlund avtalu fyri hetta kappingarárið. Men nú er Petter givin í 07 Vestur, og farin av landinum. 

Pettur Bjӧrlund spældi 9 dystir fyri 07 Vestur, 8 í landskappingini og 1 í steypakappingini. 

Sum skils so vóru tað persónlig viðurskiftir hjá Petter, sum gjørdi at hann mátti gevast hjá 07 Vestur.