Pelagisku feløgini goldið 1,3 mia. kr. í avgjøldum og uppboðssølu

vinna27-09-2021 - 11:46 - Jóanis Nielsen

Greining - pelagisku feløgini goldið 1,3 mia. kr. í avgjøldum og uppboðssølu

Fishfacts hevur greinað fíggjarligu gongdina hjá pelagisku feløgunum í tíðarskeiðinum 2016 til 2020.

Lógin áleggur ikki feløgunum at upplýsa sølu (revenue). Tí eru roknskapartølini avmarkað til upplýsingarnar í almennu roknskapunum.

Feløg, ið hava fingið makrel-, silda- ella svartkjaftakvotur í omanfyrinevnda tíðarskeiði, men sum ikki hava nótaskip ella pelagisk skip knýtt at virkseminum, eru ikki tikin við. Tað verður ikki farið niður í smálutirnar í hvørjum felagi sær, men ístaðin verður atlit tikið til heildarmyndina.

Pelagisku feløgini hava seinastu fimm árini rindað 1302 mió kr í avgjøldum og keypi av kvotum á uppboði. Tað svarar til nærum 260 mió kr í miðal um árið.

Les frágreiðingina.