Pauli Trond: Ein gleðisdagur

Politikkur16-08-2018 - 10:25 - Jóanis Albert Nielsen

Fari at byrja við at ynskja vestmenningum og øllum norðstreymoyingum hjartaliga til lukku við menningarkvotunum, ið vóru útlutaðar til ávikavíst Vestmanna Seafood og Sjógæti.

Hetta eru tvær verkætlanir, sum avgjørt eru avbera góðar og koma at skapa nógv virksemi og arbeiðspláss í økinum. Vit hava altíð havt framfýsin vinnulívsfólk í okkara øki, og hetta varð gjørt til sannar, nú tvær menningarkvotur eru útlutaðar í økinum.

Gleðiligt er, at hesar verkætlanir hava fingið fýra ára loyvir, sum ger, at tað verður munandi lættari at tilrættisleggja virksemi næstu árini, herundir eisini íløgur.

Vil enn einaferð ynskja tykkum og okkum øllum norðstreymoyingum hjartaliga til lukku við menningarkvotunum, hetta verður heilt víst ein nýggjur grundarsteinur hjá okkara øki at byggja á.

Ein glaður og errin skribentur.

Pauli Trond Petersen á Facebook eftir at menningarkvoturnar vóru givnar.