Pauli Poulsen nýggjur venjari hjá 07 Vestur

ítróttur03-11-2017 - 20:57 - Jóanis Albert Nielsen

Nú er greitt at komandi kappingarár verður Pauli Poulsen venjari hjá 07 Vestur. Pauli kemur vestur eftir hálvfjórða ár á Skála og tekur yvir eftir Sigtór A. Petersen, sum røkti starvið seinasta mánaðin av kappingarárinum, tað skrivar 07vestur.fo.


Pauli tekur á seg stóru uppgávuna at standa á odda fyri EFFO-manningini hjá 07 Vestur, sum, í ár, fekk besta úrslitið nakrantíð og endaði við 28 stigum. Tað gjørdist ikki nokk til meira enn 9. pláss, men tá bert eitt lið flutti upp úr 1. deild, sleppur 07 Vestur at halda fram í bestu mansdeildini.

Seinastu tvey árini hevur Pauli leitt Skála til góð úrslit eftir at hann stóð á odda tá skálamenn fluttu upp í EFFO-deildini í 2015. Í fjør megnaðu teir 8. pláss og, í ár, annað árið í EFFO-deildini, spældu teir seg upp á eitt flott 6. pláss, 5 stig framman fyri okkum.

Áðrenn hann gjørdist venjari á Skála var 44-ára gamli skálamaðurin eitt ár á Toftum og 3 ár hjá NSÍ, eftir fyrstu royndirnar sum høvuðsvenjari við Skála í 2003 og 4. Pauli hevur eisini royndir sum hjálparvenjari hjá Skála, NSÍ og KÍ.

Vit ynskja Pauli hjartaliga vælkomnum vestur og gleða okkum til stórar upplivingar komandi ár.