Pauli: - Eg fari at heita á Føroya Løgting um at taka órinið frá mær

10-10-2017 - 22:27 - Jóanis Albert Nielsen

Leygarkvøldið gjørdi eg eitt stórt mistak. Eitt mistak, sum eg eri sera harmur um. Eitt mistak, sum eg vildi ynskt ikki var gjørt.

Eg hevði verið í 70 ára føðingardegi hjá pápa mínum og hevði drukkið nakrar øl. Tá kvøldið var komið at enda, valdi eg tíverri at seta meg handan rattið í bili mínum og koyrdi heim til mín sjálvs. Eg veit væl, at tað ongantíð er rætt at koyra bil ella onnur akfør, eftir at ein hevur smakkað sær á. Tað finst als eingin góð umbering fyri slíkum atburði, og tí fari eg heldur ikki at royna at umbera meg ella skeivu avgerð mína.

Eg leggi sjálvur stóran dent á, hvat er rætt, og hvat er skeivt, og veit tí sera væl, at tað als ikki var rætt av mær at koyra ávirkaður leygarkvøldið.
Sum løgtingslimur fari eg sjálvandi at heita á Føroya Løgting um at taka órinið frá mær í hesum máli, so eg kann taka fulla rættarliga ábyrgd og revsing á meg samsvarandi ferðslulógini.

At enda fari eg at biðja familju mína, vinir, veljarar og Føroya fólk annars, um at royna at fyrigeva mær mítt mistak.
Síðani fari eg framhaldandi at brúka alla orku mína til á best gjørligan hátt at tæna vestmenningum sum borgarstjóri og Føroya fólki sum løgtingslimur – eins og eg eisini havi roynt at gjørt tað, síðani veljararnir fyrstu ferð sýndu mær sítt stóra álit, skrivar Pauli Trond Petersen á Facebook.