Páskastevnan 2017 í Kelduni

20-03-2017 - 09:24 -

Tíðindaskriv:

Tað er við stórari gleði, at vit í ár opna dyrnar og bjóða øllum vælkomnun til páskastevnu í Kelduni.

Páskastevnan er ætlað øllum. Øll, óansæð bakgrund, eru vælkomin at vera saman hesar dagar. Ynski okkara er, at vit saman kunnu læra um Gud, uppliva Hansara nærveru og lyfta Hann upp.

Í ár fáa vit gestir úti úr heimi at tala til okkara. Dr. Thomson K. Mathew kemur úr Amerika, og Cecilia Chan kemur við einum bólki av ungfólki úr Singapor.

Thomson K. Mathew hevur í mong ár verið rektari á Oral Roberts universiteti í Amerika. Hann hevur talað runt allan heim, í fleiri umførum í samkomuni hjá Yonggi Cho, sum hevur heimsins størstu samkomu.

Cecilia Chan er ein slóðbrótandi kvinna, ið hevur verið við til at leitt túsundtals ungdómar til Harran, hevur stovnað samkomu og hevur góð evni at tala og kveikja lív og vón í menniskju.

Í fylgi við henni er eisini Charleston Lim, ið er partur av hennara samkomu. Hann hevur lisið teologi og arbeiðir í Heart of God Church.

Lovsangsbólkurin í Kelduni fer at leiða okkum í sangi og tilbiðjan alla stevnuna. Barnamøtir verða til hvørt kvøldmøti. Til tey glaðu sanghjørtuni verður eitt ”syngið við” tiltak páskakvøld. Og bæði fríggja- og leygarkvøldið verða stór ungdómstiltøk.

Vit gleða okkum at síggja ein fjølbroyttan skara av menniksjum koma saman at hátíðarhalda páskini í Kelduni.

”Tí har sum tvey ella trý eru savnað saman í navni Mínum, eri Eg mitt ímillum teirra." Matt. 18,20