Mynd: Eyðun Høgnesen.

Partrolararnir fáa fitt av góðari hýsu eystanfyri

vinna12-03-2018 - 09:27 - Jóanis Nielsen

 Stjørnan og Polarhav landa á Kósini í morgun, teir hava tilsamans 270.000 pund, harav uml. 60.000 pund er góð hýsa og meginparturin av restini er upsi.

Stjørnan og Polarhav hava roynt eystanfyri.

Av Kósini verður sagt, at teir hava frætt frá øðrum partrolarun, ið royna eystanfyri, sum eisini fáa fitt av hýsu.