Pápi fangi í Eind 4 og heima hjá sær sjálvum

10-07-2018 - 20:32 - Jóanis Albert Nielsen

Pápi mín býr einsamallur í egnum húsum. Vegna egna heilsustøðu var mamma noydd at flyta út úr teirra felags heimi, orsaka av út av lagið vánaligum stuðulsmøguleikum og átøkum frá Almannaverkinum. Pápi mín hevur epilepsi. Hann fekk eitt herindi 14. mai í 2010, og varð innlagdur í fáar dagar. Síðan bleiv hann útskrivaður og sjúkraskrivaður í 14 dagar, við væntanum um, at hetta nokk skuldi laga seg. Hann var tá 57 ára gamal, hevði arbeiði og var fult arbeiðsførur. Komin heim, vísti tað seg skjótt, at eingin framgongd var at hóma. Hann fekk feilviðgerð á Landssjúkrahúsinum, ið førdi við sær heilaskaða vegna iltmangul. 

Skaðin førdi við sær, at hann nærum einki stutttíðarminni hevur, og er kognitivt ávirkaður; hetta merkir, at hann er ikki førur fyri at klára seg sjálvan í dagligdegnum, men megnar hetta við stuðli. Hann er fysiskt væl fyri, dámar væl takast við ymiskt, og er sera handaligur. Honum dámar væl at ganga túrar, og hann er prátingarsamur. 

Í løtuni eru 16 stuðulstímar fastlagdir um vikuna, hóast Vejleford Rehabilitering mælir staðiliga til at hann fær 40 tímar um vikuna. 

Støðan beint nú er, at summarferiutíð er í hondum, og vit, avvarðandi, tann 28. juni 2018 fingu boð frá kontaktpersóninum, at lítli stuðulin pápi mín fær, verður munandi skerdur. Vit gjørdu stundisliga vart við, at hetta er ótrygt og ikki nøktandi, við soljóðandi skrivi:

Les meira her.

Pápi fangi í Eind 4 og heima hjá sær sjálvum.pdf