Pallsetta kommedian heldur fram

Politikkur07-07-2018 - 20:15 - Jóanis Albert Nielsen

- nú Tjóðveldi, Javnaður og Framsókn ikki tora meira og laðað verður undir val í úrtíð

Á sumri liggur politiska skipanin oftast og andøvir til ólavsøkan aftur kyndir undir gerandisdagin í Løgtinginum. Tá verður skjøtil settur á tingárið og tingfólk brynja seg til avbjóðingarnar fyri stavn.

Soleiðis hevur ikki verið í ár. Síðani tingið fór heim flaggdagin, og 34 lógaruppskot endaðu sum burturkast, hava landsstýris- og samgongufólk javnan verið í miðlunum og sólað sær í førda politikkinum.

Uttan spurningar eru boðskapirnir varpaðir almenninginum sum ævinligir sannleikar – politisku ballónirnar eru sum vant sendar umvegis afturvendandi mikrofonhaldarínum.

Nápaða úrtøkan

At sosialistiska samgongan fekk alla úrtøkuna av arbeiðinum, sum borgarliga samgongan framdi, hava landsstýrið og samgonga ósmæðið gjørt til egnan politikk.

Politikkur, sum bleiv speirikin uttan íhald– speiið hildið í ljósmála av í samgongumiðlunum.

Borgarliga samgongan var undir illgitingum allan sóllarringin við jagstran av landsstýrisfólkum, løgmanni og samgongufólkum. Fyri ikki at gloyma allar politisku framhaldssendingarnar, hvør teirra í fleiri pørtum, har sosialistiska andstøðan ósmæðin slapp at seta skránna – at skilmarka og greina millum rætt og rangt og saman við tíðindavertunum at vera ákærar og dómarar, meðan samgonguumboðini vóru á ákærubeinkinum.

Síðani er vent í holuni, ongar ræðusendingar, eingin sokallaður kritiskur journalistikkur, bert uppíprát og kínan.

At borgarliga samgongan tilvitað var fyri vanbýti í miðlinum bleiv ruddiliga staðfest um dagarnar, tá tíðindakvinna í hvassum lesarabrævi visti at siga, at kritikkur av ávísum framleiðslum í KvF var bannaður.

“Hvussu so fakliga relevantur kritikkurin kundi vera, - spurnartekn við keldustýring, við vinkling, tendensiøsan grafikk, manglandi alternativ sjónarmið í mun til valdu frásagnirnar, so varð kritikkur móttikin sum deyðssynd av tíðindaleiðsluni, og at slíkur varð hevndur í miðlinum”?! sitat endað.

Hurlivasin

Hvussu hevur so hilnast farnu trý árini?

Aðalevnið, fiskivinnunýskipanin endaði sum keipusøga. Av politiskum treiskni og tvitni vildi landsstýrið ikki skipa fiskivinnuna í samsvari við álitið frá serfrøðini og eftir vanligum skili røkka breiða politiska undirtøku.

Ístaðin varð samtykt kloddateppi, sum longu orsakar óvanliga stóra óvissu í vinnuni. Men eingir naskir spurningar, ongar eykasendingar – eingin borandi journalistikkur.

Í reypinum um marknaðargrundaða skipan, samtykti samgongan í øllum hurlivasanum sokallaðar menningarkvotur, sum ikki eru annað enn samheiti fyri vina- og kenningaútlutan.

At uppboðsølan nú skal bíða, til útlutanin av “vinar- og kenningarkvotunum” er avgreidd, orsakar ongar hvassar spurningar. Og tað er ófatiligt, tá tað liggur á ljóði, at sokallaðu “nýggju” aktørarnir longu skulu vera politiskt útvaldir og hava fingið eitt andarhald at umráða seg, so teir kunnu luttaka á útsettu uppboðssølunum?!

Og so var tað veiðigjaldið at tøma seinastu krónurnar úr vinnuni, hvar endaði tað? Eingin spyr.
Hetta vóru so klokkukláru mannagongdirnar og treytaleysa nærlagnið, sum bjellað hevur verið um farnu 20 árini. Sjálvsagt eisini tagt burtur.

PModellið

Samstundis sum samgongufólk eru í sjálvsvingi um góðu gongdini, so eru nøkur í markeringstrongd nú komin undan vaðingini og hava ávarað ímóti vaksandi ovurnýtsluni hjá tí almenna.

Eini samgonguformaðurin, sum farnu trý árini greitt hevur ligið fremst at senda politiskar ballónir, boðar nú frá, at hann ikki fer at standa modell til rikna fíggjarpolitikkin.

At eingin miðil loftar hesum ráksnúgvni er óskiljandi. Eingir hvassir spurningar verða settir sum avdúka, at formaðurin og hansara flokkur júst eru modellið til fíggjarpolitikkin, enntá við forkvinnuni í fíggjarnevndini?

Hesir “modellørar” hava lítisgjørt ávaringarnar um, at sosialistiska samgongan tilvitað slepti íhildna fíggjarpolitikkinum og við verandi gongd skjótt nærkast milliardini í almennum meirútreiðslum í óspektum gjaringarpolitikki.

At ótálmaði útreiðsluvøksturin er hildin uttanfyri fíggjarlógina, í grunnum og øðrum almennum skattafíggjaðum skipanum, er bara sligið uppí glens.

Og soleiðis kunnu formaðurin og flokkur hansara nú smáflennandi bjella um, at tey ikki vilja standa modell til ta gongd, sum tey sjálv eiga høvuðsábyrgdina av.

Men okkurt er til ráða at taka, tá allir fuglarnir eru á tekjuni og eingir eru í hondini – einastu ítøkiligu úrslitini – Turkaland, avgreitt av undanfarna landsstýrinum og EABS, sett á skrá við umsókn av løgmanni í 2013, verður nú á bløðrað sum frambrot?

At fagna møguligum sáttmála við EABS-londini er tó sera ivasamt, nú tað aftur er váttað, at svik og hvítting er regulin heldur undantakið og altjóða miðlar staðfesta, at minst 53 milliardir í hesi avdúking eru runnar umvegis Danske Bank í Estlandi frá Putin – og hansara “familju”, FSB og einaræðinum í Aserbajdsjan.

Men tá allar hinar ballónirnar langt síðani eru úr eygsjón, brostnar – Norðurlandaráðið, EFTA, ES, USA, UK, Suðurkorea, Japan, Kina osfr. – ja, so er at skrøgga um tað, sum er tøkt.

Men tað fær onga eftirtekt, eingir avdúkandi spurningar.

Undir teppið

Samstundis sum fíggjarliga tamarhaldið er fokið, er landsstýrið sloppið at virka í duldum, tá játtast skal, har veruligur tørvur er. Vantandi 21 mio kr til Landssjúkrahúsið eru avdúkandi dømi um, at alt er tað bera gluggastás.

Hóast tað longu var greitt við árskiftið, at játtanin var undimett, so valdi samgongan at sópa veruleikan undir teppið.

Bara fimm mánaðir seinni var greitt, at m.a. játtanin til sjúkraviðgerðir í Danmark og aðrastaðni eru settar á stand-by fyri tey, sum ikki eru í lívsvanda.

Henda valda politiska raðfesting er so niðrandi fyri sjúklingar og LsH, at hon sjálvsagt átti at vakt so miklan miðlaans, at samgongan øll varð sett í rættan ljósmála - varð sett til svars fyri tilvitaðu raðfestingina. Men so eiðasørt.

Ístaðin visti tjóðveldiskvinnan at siga, at vit ongantíð hava verið nærri loysingini enn nú....?

Val í næstum

Vavsturin av politiskum sjálvfitni saman við hóttanum um at leggja fót fyri næstu fíggjarlógini, avdúkar, at samgongufólk nú ásanna, at almenna ovurnýtslan saman við totalt misseydnaðu fiskivinnuskipanini og bronglaðu pensiónsskipanini, fer at koma samfelagum aftur um brekku, og best er at stinga í sekkin meðan væl er – nú at stilla seg á trappusteinarnar til cat-walk.

At løtt verður til val í úrtíð, var pallsetta (ella Pállsetta?) kommedian, tá fyrsta skotið til Sandoyartunnlinum var latið herfyri - eitt ár undan boringin skal byrja, sera avdúkandi dømi um lokabrøgdini.

Produseraða skotið, sum ikki var annað enn eitt mediestunt, líktist í sjónvarpsskuggunum puffi úr gomlum sementsekki og larmi sum frá vátum dukkufreti.

Tað er við undran at sanna, at tunnilsfelagið hevur latið seg (miss)brúka í politiskum glantrileiki, sum hevur eittans endamál – at pallseta samgonguna, so hon eisini har kann erpa sær av verkætlan, sum undanfarna borgarliga samgongan greiddi úr hondum.

Miðlaskiparin

Einasta sum írestar er, at frákoyrdi tíðindaleiðarin aftur sleppur í “sítt” starv í almenna miðlinum. Mentamálaráðið ógildaði uppsøgnina, sum leiðslan í miðlinum hevði framt.

Síðani er stjórin farin til hús - hann, sum samb. tíðindakvinnuni í KvF, “vildi og kravdi at fáa sjálvkritikk á skránna, men sum har er ein deyðssynd, og deyðssyndir skulu ikki bara steðgast, tær skulu hevnast”.

Um Mentamálaráðið (landsstýrið) endursetir tíðindaleiðaran, so kunnu Lil/Jan Lamhauge og teirra eltibløðrur aftur hóreiggja sær sum teimum lystir.

Tá er veruliga borðreitt at skriva út val í úrtíð.

Soleiðis sleppa Tjóðveldi, Javnaður og Framsókn undan politisku ábyrgdini – eftir leiðbeining tjóðveldis, sum eru serkøn í undanstøkking, seinast gjøgnum eitt lyklarhol....!

Aðalspurningurin er so, hvar bleiv hann av - løgmaður, sum koma skuldi?

Hann kom, sá og síðani var hann burtur úr politiska valdinum – hevur mest verið átøkur undirbrotliga húsbóndanum Richard Bucket í “Fínt skal tað vera” .

Hevur trúliga nikkað og pleasað øllum Hyacinth’unum í politisku gonguni. Tað bleiv so hansara leiklutur – løgmaður av heiti, men í veruleikanum bara til pynt.

Og disse regeres vi af, sum danir taka til....

Bjarni Djurholm