Páll: Dannebrog – øll søgan

19-08-2018 - 13:26 - Jóanis Albert Nielsen

Skal dótturin hjá tær ikki spæla steypafinalu tá, spurdi ein vinmaður meg nú ein dagin? Jú, segði eg, og tað er praktiska orsøkin til at eg ikki fari til døgurðan umborð á Dannebrog leygardagin 25/8.

Men tað er ikki øll søgan.

Setti mær fyri tíðliga í skeiðnum sum Løgtingsformaður, at vitja allar grannar okkara, og havi gjørt nógv burturúr diplomatiska og etikettuarbeiðinum, hóast tað ikki júst er mín náttúra.

Serliga við tí í huga at fremja fullgildugan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum, men eisini fyri at vísa at vit eru eitt virkið fólkaræði, sum er á veg framá.

Hevði í hesum sambandi tekna meg til eina ráðstevnu á Álandi í góðari tíð, og álendski starvsfelagin og eg skuldu eisini fundast um felagsviðurskiftir. Skuldi avstað leygarmorgunin 25/8.

Visti tá at krúnprinsaparið skuldi vitja í Tinginum, hósdagin tann 23/8, og vit fyrireikaðu okkum upp á tað støðuna. Eg hevði tá, onga innbjóðing fingið til døgurða umborð á Dannebrog, men hevði fingið innbjóðing frá Løgmanni til føroyska døgurðan í Norðurlandahúsinum tann 23/8.

So koma boðini frá dóttrini, sum saman við sínum HB-liðfeløgum, skal spæla steypafinalu móti EB-Streymi Skála júst leygardagin 25/8. Eg eri hennara størsti fjeppari, og havi fylgt henni, síðani hon sum trý ára gomul lat seg í fyrstu gaggurnar, so her var einki at gera. Fráferðin til Álands mátti útsetast til sunnudagin, og gekk tann kabalin væl.

So kemur skráin við krúnprinsavitjanini, og innbjóðingin umborð á Dannebrog. Júst sama dag, um somu tíð, sum steypafinalan er. Fyri ikki at seta ov nógv fokus á dóttrina og tilvalið av steypafinaluni, valdi eg at brúka somu grundgeving, sum eg brúkti tá eg takkaði nei, til døgurðan frá drottningini umborð á Dannebrog, seinast hon vitjaði í Føroyum.

Sum tjóðveldismaður, er tað sum at ganga á glóðum, at hava við danska kongshúsð at gera. Eg visti eisini at tann leikluturin kom at vera trupul um eg takkaði ja til Løgtingsformanssessin.

Eg hevði bæði sum borgarstjóri á Sandi, og sum nevndarformaður í SEV tikið ímóti teimum sum gestum. Bæði væl og virðiliga.

Men tá danska kongshúsið bjóðar seg fram sum vert í Føroyum, tá gongur ov nær tjóðskaparligu sannføringini hjá undirritaða, og sjálvsagt kann eg aldrin taka ímóti einum donskum riddarakrossi heldur.

Eg eri ein føroyskur lýðveldismaður, og sum fólkavaldur, er ein av allar størstu uppgávum at vera trúgvur móti tínari sannføring, uttan mun til hvat trýst tú verður settur undir, ella hvørjar freistingarnar kunnu vera.

Í hesum førinum var tað kortini tilvalið av steypafinaluni hjá dóttrini sum kom fremst, men støðutakanin til døgurðan umborð á Dannebrog, hevði verið júst tann sama.

Skrivar Páll á Reynatúgvu