Pål spælir væntandi sín seinasta dyst fyri 07 Vestur í morgin

ítróttur20-10-2017 - 22:19 - Jóanis Albert Nielsen

Í morgin er seinasta umfar á skránni í ársins EFFO-deild, og 07 Vestur spælir móti ÍF. ÍF endar nummar 10 í EFFO-deildini og flytir niður, men enn er óvist um 07 Vestur verður at síggja í EFFO-deildini næsta kappingarár, 07 Vestur endar nummar 9, sum vanliga flytir niður. Um B68 endar nummar 4 í 1. deild flytir 07 Vestur ikki niður.

Pål Fjelde kom til 07 Vestur í summar, og hevur hann víst gott spæl seinnuhálvu. Pål hevur spælt 12 dystir fyri felagið, og hevur hann skora eitt mál. Umboðsmaðurin hjá Pål, Annfinn Gaard, sigur at Pål hevur dámt sera væl í Vágum, men ætlanin er, at Pål skal spæla í næstbestu deildini í Norra komandi kappingarár, og tí verður ikki arbeitt í løtuni við at fáa sáttmála til hann í Føroyum. 

Pål fer av landinum mánadagin.