Pætur: Vit avtalaðu at pressa reyvina úr buksunum

ítróttur07-02-2018 - 23:38 - Jóanis Albert Nielsen
H71 vann í kvøld 27-25 á Neistanum í fyrru hálvfinaluni í Faxe-kondi steypakappingini, eftir dystin fingu vit orð á Pætur Thomsen leikara hjá H71.

Hvussu upplivdi tú dystin?
- Tað var ein tættur dystur, og tað væntaðu vit eisini frammanundan. Eg haldi at bæði liðini vóru tendraði til dystin, har tað sást serliga væl í fyrra hálvleiki, har verjurnar eru góðar, sum sást aftur á støðuni í hálvleikinum har tað var 10-12 til Neistan. Vit eru ikki nóg nøgdir við álopsspælið hjá okkum tí vit fingu bert 10 mál í fyrra hálvleiki, og halda eitt sindur í verjuni eisini. Vit tosaðu eisini um tað í hálvleikinum, men eg dugi ikki at siga um tað bleiv betri í seinna hálvleiki, vit hava nógv at arbeiða við til sunnudagin. Tað er gott at vit vinna dystin í dag.

Tit vóru aftanfyri við tveimum málum í hálvleikinum, og fingu eina flúgvandi byrjan uppá seinna hálvleik, hvat hendi har?
- Sum sagt vit fóru til hálvleiks, har vit tosaðu um tingini tí vit vóru ikki nøgdir við tað. Vit royndu at hyggja hvønn annan í eyguni, men tað bar illa til eftir tað vit vístu í 1. hálvleiki. Vit avtalaðu at pressa reyvina úr buksunum í seinna hálvleiki, tað haldi eg allir menn gjørdu. Vit vístu tað at vit vildu vinna henda dystin. 

Tú sigur at tit skulu rættað nógv til vikuskifið, hvat skulu tit rættað?
- Vit fara serliga at hyggja eftir verjuni til venjing, og fáa avtalurnar ordiliga uppá pláss í álopinum, sum skulu til fyri at vinna dystin sunnudagin eisini. Nú fara vit heim at arbeiða, segði Pætur eftir dystin.