Oyggjaleikalandsliðið í kurvabólti úttikið

ítróttur25-04-2019 - 10:17 - Jóanis Albert Nielsen

Kurvabóltslandsliðið hjá monnum, sum skal umboða Føroyar á Oyggjaleikunum í summar, er nú úttikið. Landsliðisvenjararnir Pól Jakobsen og John Norðbúð Thomsen hava úttikið:

Magnus Jakobsen og Dánjal Hansen (Sporðdrekin)

Sjúrður Sivertsen og Ólavur W. Joensen (Hamar)

Bjarni W. Zachariasen og Ernesto Ferrari (Ravnur)

Rainer Latupeirissa, Kristmund Petersen og Petur Ovi J. Mørkøre (Hávur)

Fríð í Geil Jensen (Broernes Basketklub)

Steen Rói Lorenzen (Aalborg Basketball Klub)

Bastian Zachariassen (Tamalpais High School)

Liðleiðari verður Sigrid Midjord.

Hetta er triðju ferð, at kurvabóltur er umboðaður á oyggjaleikum, og eru fyrireikararnir sera spentir til dystirnar. Spældir verða fyrst tríggir innleiðandi dystir, har Føroyar skulu møta Jersey, Guernsey og Saaremaa.

Nógv er hent innan føroyskan kurvabólt síðani 2015, tá roynt varð fyri fyrstu ferð at senda eitt kurvabóltslið á oyggjaleikir. Tá var bert eitt lið, Hamar, ið hevði fastar venjingar. Nú eru 4 lið – Hamar og Sporðdrekin úr Tórshavn, Ravnur av Toftum og Hávur úr Klaksvík – og verður nú spæld ein skipað landskapping.

Góðar umstøður eru nú at spæla kurvabólt í í Føroyum, serliga síðani nýggja høllin í Skúlanum á Argjahamri varð tikin í nýtslu, og hækkar støðið støðugt fyri hvørt ár, sum fer.

Spennandi verður at fylgja við, hvussu fer at gangast føroyska kurvabóltsliðnum, sum er samansett av royndum leikarum og nøkrum ungum óroyndum leikarum.