Ovurstórur tørvur er á fleiri námsfrøðingum

02-06-2020 - 10:46 -

Tí er tað sera ørkymlandi at okkara uppskot um at útbúgva fleiri námsførðingar fall á tingfundinum í síðstu viku. Partur av uppskotinum var eisini at fara í eina tilgongd har vit deila útbúgvingina meira upp í barangarðspedagogik og sernámsfrøði.

Vit hava eina dagstovnalóg, sum ásetir, at í minsta lagi 2/3 av starvsfólkunum skulu vera námsfrøðingar.

Í tilfari, sum trivnaðarnevndin fekk frá Mentamálaráðnum er upplýst, at vit í verandi støðu als ikki liva upp til ásetingarnar í lógini um at 2/3 av starvsfólkunum skulu hava námsfrøðiliga útbúgving. Víst er eisini á, at júst tann støðan er versnandi. Í løtuni eru 37,8% av starvsfólkunum á dagstovnaøkinum námsfrøðingar, har lógarfesta kravið er minst 2/3. Í tølum svarar hetta til, at 335 námsfrøðingar mangla bara fyri at røkka ásetingunum í lógini á dagstovnaøkinum. Um øll starvsfólkini skuldu verið námsfrøðingar, skuldu 723 námsfrøðingar verið afturat á dagstovnaøkinum. Almannaverkið hevur upplýst nevndini, at 46% av starvslýsingunum eftir námsfrøðingum eydnast. 35% eru úrslitaleysar og 19% ónøktandi. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum uttan iva hevur ávirkan á tænasturnar vit veita.

Hesi tøl tala fyri seg og tí er tað enn meira hugstoytt at okkara uppskot fall. Tølini átti hinvegin at fingið allar ávaringarklokkur at ringt.

Upplýsingar hjá Pedagogfelagnum vísa, at talið av nýggjum námsfrøðingum, sum koma út av Setrinum, bert nøktar talið av námsfrøðingum, sum fara frá. Barnatalið er hækkandi, Almannaverkið skal byggja nýggjar stovnar og nýggj lóg um almannatrygd og tænastur er júst samtykt. Og hesi fara bara at økja um tørvin á enn fleiri námsfrøðingum, sum vit frammanundan longu hava ov fáar av. Tí snýr tað seg fyrst og fremst um at handla skjótt og tryggja, at vit kunnu taka fleiri inn í útbúgvingarskipanina. Bíða vit við hesum, kann tað gerast trupult at taka fleiri inn, tí ein partur av útbúgvingini er starvsvenjingin, sum krevur, at útbúgvin starvsfólk eru at standa fyri. Útbúgvin stavsfólk eru ein fortreyt fyri, at vit megna at útbúgva fleiri. Longri vit bíða, truplari verður neiliga ringrásin at bróta.

Vit í Tjóðveldi eru sannførd, um at tað hevði verið til fyrimuns fyri námsfrøðiliga økið, um tað útbúgvingarliga bar til at útbúgva seg annahvørt á smábarnaøkinum ella á serstovnaøkinum, møguliga við ávísum felags undirvísingartíðarskeiðum.

Vit hava fingið upplýst, at seinnu árini hevur størsti parturin av teimum lesandi valt sernámsfrøði sum sergrein. Og at smábarnaøkið ikki er serlig grein á hvørjum ári. Hetta kann vera ein stórur vansi fyri smábarnaøkið. Hinvegin er tað eisini ein vansi fyri serstovnaøkið, at útbúgvingin kann vera ov breið. Júst hvussu hetta kann skrúvast saman við atliti at tørvinum hjá bæði smábarnaog serstovnaøkinum, eiga fakfólk at vera tey røttu at meta um. Men fyri borgaran og harvið samfelagið alt er tað heilt víst ein fyrimunur, at útbúgvingarnar verða meira málrættaðar til ymisku økini. Tað kann uttan iva bøta um dygdina, sum er so grundleggjandi í teimum tænastum, vit veita.

Tað eru sjálvsagt eisini onnur viðurskifti, sum hava ávirkan á pedagogstørvini. Strongd og stórt arbeiðstrýst, lágar normeringar, skiftandi vaktir, lutfalsliga lágt lønarlag og annað hevur sjálvsagt eisni týdning. Hesi viðurskifti mugu tí eisini fáa størri rúmd í politisku skipanini.

Góðskan í teimum námsfrøðiligu tilboðunum, vit veita, er í stóran mun treytað av, hvussu væl starvsfólkini eru fakliga skikkað. Tí eiga vit altíð at stíla eftir hægstu fakligu góðsku til okkara børn og borgarar annars, sum tørva tænastu.

Sirið Stenberg

Tjóðveldi