Nýggjastu


Óveður á Eysturlandinum - 15 skip kroka á Fáskrúðsfirði

vinna10-02-2018 - 19:49 - Jóanis Nielsen

Tað hevur verið óveður á Eysturlandinum í gjár og í dag, har lodnuskipini royna útfyri.

Lodnuvinnslan Lf. skrivar: at 15 skip eru á Fáskrúðsfirði í dag, harav er eitt - Hoffell - sum landar svartkjaft, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi, Hoffell hevur 1.350 tons.

Hini skipini eru øll norsk, sum eru komin inn at kroka, tey eru: Havglans, Hardhaus, Østerbris, Norderveg, Talbor, Fiskebas, Gerda Marie, Straumberg, Malene S, Magnarson, Svensgam, Dyrnesvåg, Frantsen Junior og Ketlin