Óvanligt tilflytingarmynstur á Tvøroyri

top14-02-2020 - 18:03 - Jóanis Nielsen

Vanligt er, at tá várið byrjar, so byrja tilflytingarnar at taka ferð á seg á Tvøroyri, men okkurt bendir á, at vanliga mynstrið er broytt í ár, tí óvanliga nógvar tilflytingar eru longu skrásettar higartil í ár.

Síðan 1. januar 2020 hava vit fingið 39 tilflytingarfráboðanir til Tvøroyrar kommunu og er tað væl meir enn vanligt. Taka vit gongdina í fókatalinum 1 ár aftur, so búðu 1722 fólk á Tvøroyri hin 13. februar 2019, meðan tað í dag búgva 1737 fólk á Tvøroyri, sambært seinastu tølunum frá Landsfólkayvirlitinum.

Fleiri barnafamiljur flyta til Tvøroyrar

Tað serliga og gleðiliga við gongdini í fólkatalinum er, at eisini fleiri barnafamiljur flyta til kommununa. Hesar fyrstu 44 dagarnir av árinum, hava vit fingið heili 13 børn í barnagarðsaldri afturat í kommununi og fleiri eru ávegis.
Úr barnagarðinum Mýrifípuni, ið júst hevur fingið nýggjan, stásiligan tilbygning, vátta tey eisini gongdina. Har er sera stórur eftirspurningur eftir ansingarplássi og stovurnar fyllast skjótt.
Í komandi viku fara vit at vitja nakrar av hesum barnafamiljunum og gera samrøður við tær.

(Mynd: Leivur Nygaard)