Ov fá ung spara upp til bústað

mentan05-12-2019 - 17:12 - Jóanis Nielsen

 Tíðindaskriv 05-12-2019 

Ov fá ung spara upp til bústað 

Sethúsaprísirnir eru vaksnir nógv seinastu árini, men sambært tølunum hjá Betri Banka, so fylgir uppsparingin hjá ungum føroyingum ikki við. Tað eru sera fáir kundar millum 18 og 35 ár, sum spara upp til bústað. 

Harvið verður tað trupult hjá teimum at gjalda eginfíggingina, sum skal til fyri at fáa bústaðarlán. Í flestu førum er talan um 10% av kostnaðinum, sum skulu til í eginfígging. Tað merkir, at um tú skalt keypa eini hús fyri 2.000.000 krónur, so er vanliga kravið, at tú leggur 200.000 krónur í eginfígging. 

Sambært tølunum hjá Betri Banka eru fáir kundar millum 18 og 35 ár, sum hava slíkar upphæddir í uppsparing. 

Bara 1,4% av kundum millum 18 og 35 ár spara upp á eini Bústaðarkontu, har pengarnir eru beinleiðis settir av til bústaðarkeyp.

 - Tað er týdningarmikið, at ung seta til síðis, so tey kunnu fáa teirra dreymar um eitt heim uppfyltar. Tað stendur kanska ikki ovast á listanum hjá ungum at seta nakrar hundrað krónur til síðis um mánaðin, men tað kann vera virðismikið, tá húsini ella íbúðin einaferð skal keypast, sigur Margareth Djurhuus, rakstrarleiðari í Betri Banka. 

Sethúsaprísirnir hava verið støðugt vaksandi seinastu árini. Í dag er miðalprísurin á einum sethúsum í Tórshavn beint undir 3.000.000 krónur, meðan í størri bygdum og býum er miðalprísurin umleið 1.450.000 krónur. 

Til samanberingar var miðalprísurin á sethúsum í Tórshavn umleið 2.000.000 krónur fyri 10 árum síðani og í størri bygdum og býum var miðalprísurin umleið 1.000.000 krónur.