Ostaelskarar fylkjast 08 November á Fútastovu

vinna01-11-2019 - 12:09 - Jóanis Nielsen

Umleið 2002 avrøddi stori danski mjolkarframleiðaran Arla at stovna eina deild sum burturav skuldi framleiða dygdarostar og at sleppa sær uppí fyrstu røð í nýggja gastronomiska rákinum í Danmark og Skandinavien.

Leiðarin av hesi deild, sum fekk navnið Arla Unika, gjørdist John Gynther. Væl hevur borið til hjá John Gynther og Arla Unika og allar tær fremstu matstovurnar i Danmark og Svøriki nýta Arla Unika ostar. Eisini er Arla Unika við í øllum kappingum og gastronomiskum frambrotum í Danmark.

Tá John Gynther frætti um væleydnaðu royndirnar at turka skinku í Føroyum fekk hann ilag at turka ostar í Føroyum og væl hevur borið til. Hann harmast um at okkara EU skipan ger at hesi ostar ikki kunnu útflytast ur Føroyum til EU har stórur marknaður er fyri slíkum ostum.

John Gynther er eisni óførur Føroya Ambassadørur og stuðlar føroyskum gastronomiskum áhugamálum.

Fríggjakvøldið 08 November verður Arla Unika kvøld á Fútastovu har John Gynther fer at borðreiða við nøkrum av sínum bestu ostum og samanvið John Mikkelsen, sommelieri, at seta góð vín afturvið.