Mynd: KVF.

Ósømiligt álop á Kringvarp Føroya

politikkur09-03-2017 - 10:20 - Jóanis Nielsen

Eftir kjakið týskvøldið hava løgtingslimir í fólkaflokkinum havt niðrandi viðmerkingar um Kringvarp Føroya og kjakvertin

Aftursvar

Tað hevur fingið ilt í fólkaflokkin, at Kringvarp Føroya valdi at hava eitt kjak týskvøldið ímillum Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og Bárð Nielsen, formann í sambandsflokkinum, um fiskivinnunýskipanina.

Journalistikkur er m.a. at velja, hvussu eitt evnið skal viðgerast, og hesaferð valdi Kringvarp Føroya at hava eitt kjak ímillum landsstýrismannin og formannin í sambandsflokkinum, tí hesir báðar partar royndu í nakrar vikur at koma ásamt um eina fiskivinnunýskipan, men lítið og einki frættist frá samráðingunum.

Endamálið við einum kjaki er at lýsa ymiskleikan kring kjarnuna í einum máli, tvs. at fáa fleiri upplýsingar/sjónarmið fram, víðka sjónarringin hjá teimum sum hyggja og stimbra til víðari alment kjak.

Eftir ódámligu atfinningarnar frá fólkaflokkinum hava vit enn einaferð hugt at kjakinum. Og vit kunnu staðfesta, at kjakið heldur seg til redaksjonellu fyriskriftina, og javnvág er í orðaskiftinum.

Tí er álopið eftir okkara tykki ógrundað, og tað er lítið virðiligt, at ein politiskur flokkur fremur persónliga herferð ímóti kjak-vertinum.

Kringvarp Føroya skal sum almennur miðlastovnur tola atfinningar, men tað hevði sømt seg einum politiskum flokki, at hann var meira sømiligur og konstruktivur í sínum kritikki.

Tá limur í fólkaflokkinum samanber Kringvarp Føroya við statsstýrdar miðlar í Kina og Norðurkorea, har bert sjónarmið hjá makthavarunum verða vard, so er tað at taka rívan til – og sigur tað meira um henda persónin enn tað sigur sum Kringvarp Føroya.

Dia Midjord, stjóri í Kringvarp Føroya