Mynd: Rógvi Andrias Fossadal

Orkuumvælingar vinna íløguna tvífalt innaftur

Vinna03-04-2020 - 14:06 - Jóanis Albert Nielsen

Royndirnar við orkuátakinum hjá Landsverki, sum stovnurin fór undir fyri nøkrum árum síðani, eru so mikið góðar, at stór sparing er í útreiðslunum til upphiting. Hetta vísa úrslitini av átakinum higartil.

Fyri umleið trimum árum síðani fór Landsverk undir skipaðar orkuumvælingar av almennum bygningum. Hetta snýr bæði um at minka um sjálva orkunýtsluna í bygningum, og at skifta oljuna sum orkukeldu út við varandi orku. Átakið ber heitið “Orkutak”.

Umframt at vera lønandi, skilt á tann hátt, at afturberingin frá orkusparandi tiltøkum vanliga fíggja sjálva íløguna, vísa royndirnar hjá Landsverki, at orkusparandi tiltøk skapa eina virðisøking av ognini, sum er umleið líka stór sum sjálv íløgan. Talan er bæði um eina týðandi sparing og virðisøking av bygninginum.

Tá oljan verður skift út við grøna orku, slepst eisini undan sveiggjandi oljuprísum, dálking, CO2-útláti og tyngjandi orkurokningum.

Nógvir fyrimunir eru við at samansjóða orkusparing og umlegging til grøna orku við vanligt bygningsviðlíkahald. Bæði fyri virðið á bygninginum, fyri brúkaran, ið fær sunnari og betri inniluft og harvið øktan trivnað, fyri umhvørvið og ikki minst fyri framtíðar orkuútreiðslurnar hjá stovninum, sum húsast í bygninginum.

Fleiri bygningar við varandi orku
Í tíðarskeiðinum 2017-19 eru níggju almennir bygningar burturav lagdir um til grøna orku, meðan fýra eru lutvíst umlagdir. Samlað hevur talan verið um eina íløgu á stívar seks milliónir krónur, meðan samlaða sparingin frá felags oljuinnkeypi og framdum orkuátøkum eftir bert tveimum árum hevur ligið um tríggjar milliónir krónur árliga.

Landsverk mælir til, at landið tekur loysnina Orkutak til sín og fær sett ferð á hana við at stuðla fíggjarliga. Hetta fyri heilt ítøkiliga at taka ábyrgdina av hesum øki í álvara og í verki fremja orkusparing og umleggingar til grøna orku. Umráðandi er at fáa sett gongd á skjótast gjørligt, tí umleggingarnar taka drúgva tíð. Talan er um eina samlaða gólvvídd í bygningum á umleið 250.000 fermetrar.

Gamlir oljutangar skiftast
Tað er eingin loyna, at grøna rákið er yvir okkum, og nýggj krøv um grønar orkuloysnir og dagføringar av ymsum slagi leggjast afturat í stórum.

Til dømis er ein nýggj kunngerð komin í gildi, sum setir krøv til útskifting av gomlum oljutangum, og longu í 2021 skulu allir hesir gomlu oljutangarnir skiftast út eftir einum ávísum leisti. Tá ræður um almennar bygningar, ber hetta í sær, at eitt stórt tal av oljutangum við tilhoyrandi installatiónum skulu dagførast innan fyri eitt lutfalsliga stutt tíðarskeið. Tað er upplagt at loysa hesa uppgávuna við at leggja um til grøna orku. At fáa gongd á hesa stóru uppgávu er tí eitt skundmál og einki at bíða við, heldur leiðslan á Landsverki.

Ætlanin er, at partar av teimum spardu orkuútreiðslunum skulu vera við til at fíggja enn fleiri orkuumvælingar og -umleggingar í øðrum almennum bygningum undir landinum.

FAKTA
Landsverk gjørdi á heysti í 2017 eina verkætlanarlýsing av ætlaðu orkuumvælingini á Búnaðarstovuni í Kollafirði, sum hevði eina gamla og niðurslitna orkuskipan, ið stóð til at verða skift út. Samlaði kostnaðurin varð tá mettur til vera umleið eina millión krónur. Av hesi upphædd skuldi Búnaðarstovan fáa til vega 700.000 krónur, meðan Landsverk fíggjaði restina yvir viðlíkahaldsjáttanina av almennum bygningum. Ein meting frá orkumyndugleikanum í januar 2016 vísti, at íløgan í eina nýmótans jarðhitaskipan til Búnaðarstovuna kundi vinna seg inn aftur eftir 10-15 árum. Ein uppgerð við ársenda 2019 vísti, at stovnurin við umleggingini hevur fingið eina sparing í hitarokningini á 90.000 krónur