Ørindadrongur hjá samgonguni

Politikkur13-06-2017 - 23:49 - Jóanis Albert Nielsen

Í kvøld royndi tíðindamaðurin Jan Lamhauge at venda aftur til januar 2015, tá Fiskimálaráðið broytti eina avgerð hjá Vørn, at flyta eitt veiðiloyvið frá einum minni líniskipi á eitt størri líniskip, sum um tað hevði nakað við aktuella málið at gera, har landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, í heimildarloysi hevur flutt veiðiloyvir frá líniskipum á ídnaðarskip.

Sama evnið varð viðgjørt í útvarpstíðindunum ónskvøldið í síðstu viku, tá Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, greiddi frá, at málini onki høvdu við hvørtannað at gera. Flyting av veiðiloyvum ímillum línuskip er ikki tað sama sum at flyta veiðiloyvir frá líniskipum til ídnaðarskip.

Tað er mark fyri, hvussu nógva línnu/húkar eitt línuskip kann seta og draga ein fiskidag. Tá tað markið er nátt, økist veiðiorkan ikki, hóast línuskipið verður størri. Eitt størri línuskip fær ikki sett og drigið meira línu/húkar enn tað sama.

Hetta var orsøkin til at støddaravmarkingin fyri bólk 3, línuskip, varð avtikin í 2011.

Í januar 2015 hevði Vørn onga siðvenju at flyta veiðiloyvir frá línuskipum til ídnaðarskip. Vørn hevði harafturímóti siðvenju at flyta veiðiloyvir frá einum línuskipi til eitt annað línuskip. Eisini frá einum minni línuskipi á eitt størri línuskip.

Tí bað Fiskimálaráðið Vørn halda áfram við teirri siðvenju, sum Vørn hevði havt, nevniliga at flyta veiðiloyvið frá einum línuskipi á eitt annað línuskip.

Síðan 13. nov. 2015 hevur Høgni Hoydal "de facto" umsitið flyting av veiðiloyvum.

Í hesum tíðarskeiði hevur Høgni Hoydal, VÆL VITANDIi og UTTAN HEIMILD, flutt veiðiloyvir frá línuskipum á ídnaðarskip.

Síðan hetta kom fram, hevur Høgni Hoydal við ósannindum og undanførðslum roynt at runnið undan ábyrgd.

Hann er nú í ferð við, UTTAN HEIMILD, at taka veiðiloyvini frá ídnaðarskipunum aftur.

Í staðin fyri at lata landsstýrismannin standa til svars fyri ólógligu flytingunum av veiðiloyvum og fyrisitingarliga óskilinum, umframt allar undanførðslurnar, hann er komin við, viðger Jan Lamhauge sama evni, sum Jón Brian Hvidfeldt viðgjørdi fyri einari viku siðan, í royndini at káva útyvir lógloysið og fyrisitingarliga óskilið hjá Høgna Hoydal.

Hevði slíkt hent undir síðstu samgongu, hevði Jan Lamhauge ligið uppá lúr, fyri at fáa viðmerking frá landsstýrismanninum, samstundis sum hvør einasta tíðindasending hevði viðgjørt óskilið og lógloysið í landsins leiðslu.

Tey siga seg vera politisk óheft. Eg meini tað!

Jacob Vestergaard