Ørgrynna av tónleikaupplivingum í Mentanarvikuni

Mentan17-04-2019 - 22:19 - Jóanis Albert Nielsen

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu er karmur um eina ørgrynnu av tónleikaupplivingum í næstu viku.

 

Okkurt er til hvørt oyra. Bólkar og einstaklingar umboðandi allar greinar innan tónleikaheimin verða at hoyra hesar dagarnar. Og hølini fevna frá Løkshøll til kirkjur, kampingplass, handlar og stovur.

 

Størsti pallurin í økinum, Løkshøll, skipar fyri stórfingnum konsertum í vikuskiftinum. Fríggjakvøldið 26. apríl verða bólkarnir VSJog Beinirat hoyra í Løkshøll, og leygarkvøldið 27. apríl trínir danski superbólkurin TV-2á pallin í Løkshøll.

 

Tó er hópin av øðrum tónleikaframførslur alla vikuna á ymsum hølum og ymsum bygdum í kommununi.

 

Undir setanini í Skótahúsinum við Løkin annan páskadag kl. 14 framføra Jassarnirog Allan Tausen og Edith Dahl Jakobsen. Seinni sama dag, kl. 17, verður fernisering við tónleikaframførslu við Marionnu og Ragnar Finnssoní hølunum hjá Visit Runavík. Kári Sverrissonframførir í samband við tiltakið "Skonnartin Kongshavn" í estetiska salinum í Bylgjuni kl. 19.

 

Týsdagin 23. apríl er morgunsangurí Skála skúla kl. 8.45. Kl. 16.15 framføra Elsa Maria Dam og floytunæmingarúr Nes Sóknar Musikkskúla í samband við søguløtuna við Rakel Helmsdal á Bókasavninum við Løkin. Countrykongurin, Hallur Joensen, framførur á kampingøkinum í Æðuvík kl. 18.30, og kl. 19 spælir Hanus G. Johansení samband við ferniseringina av myndlistaframsýningini "Ljós og litir" á Bókasavninum við Løkin. Lena Anderssenframførir eina stovuknsert í Glyvralon kl. 19.30, og kl. 21 spælir Uni Debessí samband við tiltakið "Three Days of Peace and Music" á bókasavninum við Løkin.

 

Klavernæmingarhjá Tóra Restorff Jacobsen framføra mikudagin 24. apríl kl. 17  í samband við fyrilesturin hjá Turið Sigurðardóttir, "Magi og modernitet", í skúlanum í Oyndarfirði.

 

Hósdagin 25. apríl, flaggdagin, framførir Hans Andriasí á Bókasavninum við Løkin í samband við bókaframløguna av "Ikki fyrr enn tá" hjá Oddfríður M. Rasmussen kl. 16. Bólkurin Dubiumhevur forkunnuga stovukonsert í Rituvík í Rituvík kl. 17.  Og Martin Joensenhevur stovukonsert í Glyvralon á Glyvrum kl. 19.30. Nes Sóknar Musikkskúliskipar fyri orkesturkonsert k. 20 í Glyvra kirkju.

 

Jens Marni hevurútikonsert á balkongini hjá Betri í Saltangará kl. 19 fríggjadagin 26. apríl. Kl. 20 hevur TOStónleikaframførslu í Bank Nordik í Saltangará. Kl. 21 eru bólkarnir VSJog Beinirat hoyra í Løkshøll, og kl. 23 framførir Signar í Homrumá MC Barr í Saltangará.

 

Leygardagin 27. apríl hevur Gwendolyn Philbroweina tónleikaframførslu í kirkjuni í Elduvík kl. 15, hetta er beint undan framløguni hjá Ann Ellefsen, lektara, um skaldið og listamannin William Heinesen, sum verður sama stað. Og eftir framløguna framførir Marius Ziskaí kirkjuni. Kl. 17 spæla Jassarnirí Berglon í Saltangará. Danski bólkurin TV-2framførir í Løkshøll kl. 21, og Jens Marnispælir í MC Barr frá kl. 23.

 

Sunnudagin 28. apríl er Løkshøll karmur um operasøgnina "Vølvunnar dómur" kl. 14. Kl. 19.30 er útgávukonsert í Løkshøll við Kára Sverrisyni og Hans Jacob Kollslíðv/ bólki í samband við útgávuna "Við Eystanduni".