Opið bræv til Løgtingsins Umboðsmann

politikkur12-09-2020 - 09:32 - Jóanis Nielsen

Skála 11-09-2020

Eg heiti hervið á tygum um at vit borgarar í gomlu Skála kommunu, fáa greitt at vita okkara rættindi og skyldur i samanløgdu Kommununi.

Av tí at fjarstøðan er so stór milum Skála og Runavík, var neyðugt at vit gjørdu sáttmála fyri at tryggja okkum minnilutaverju. Hesin skuldi tryggja okkum tí vit komu at sita í minniluta í býráðnum.

Tað var hendan avtalan sum borgarar á Skála og Skálafyrði í góðari trúgv fóru til val uppá. Vit høvdu tað upfatan at ein sáttmali sum er undurritaður, samtyktur í báðum kommununum, og staðfestur av Føroya løgmanni Anfinn Kalsberg var nakað sum vit kundu líta á.

Um hesin sáttmálin ikki heldur í dag, hava vit veri villeidd at atkvøða fyri samanlegging. Um tað er so at Føroya løgting hevur lóggivið inn í sáttmálan millum Skála og Runavík, og á tann hátt tikið minnilutaverjuna frá borgarum á Skála og Skálafirði, so er neyðgut at kunna um hetta. Og hvør eigur at fremja hesa kunning ?

Hetta er álvarsamt fyri borgararnar í gomlu Skála Kommunu sum eru 863 í tali.

Tí eigur samstarvi millum Skála og Runavík at vera tiki upp til nýggja viðgerð.

Jørgin Bech

480. Skála

Pensjonistur og fyrrverandi Borgarstjóri