Opið bræv til landstýrismannin í vinnumálum Helga Abrahamsen

politikkur12-02-2020 - 10:28 - Jóanis Nielsen

Hvat heldur landstýrismaðurin um, at øll Suðuroyggin so at siga liggur uttan internet? Orsøkin er tann, at almenna partafelagið Føroya Tele, sum hevur veitingarskyldu, ikki hevur framt neyðugu ábøturnar á sjókaðalin til Suðuroynna. Heldur enn at umvæla brekini hevur Føroya Tele latið staðið til í minst 6 mánaðir, sum nú viðførir, at alt virksemið í Suðuroynni er steðgað.

FT upplýsir á heimasíðu sínari, at hóast Føroyar eru staddar úti á opnum sjógvi, eru vit í dag eitt framkomið samfelag, har landamørk og frástøða hava lítið at siga. Vit røkka runt knøttin akkurát sum einki. Og at á NET loyva vit okkum tískil ikki at taka nakað annað fyri givið enn uppgávu okkara, sum er at røkja og menna eitt so sterkt, skjótt og nútíðarhóskandi kervi, sum yvirhøvur til ber. Og at selja nettænastur til allar fjarskiftisveitarar undir javnbjóðis treytum?

Men hesari útsøgnini kenna suðuroyingar seg neyvan aftur í! Ongin ivi er tó um, at FT hevur nógv góð og dugnalig starvsfólk í Suðuroynni eins og í høvðussætinum í Hoyvík. Tey eiga ongan lut í íkomnu støðuni, nú Suðuroyggin og Sandoyggin eru avskorin við so at siga ongum fjarskifti við umheimin í óvissa tíð.

Tá FT lýsir á heimsíðu sínari, at fyri hvønn dag, ið gongur, fær skjótt og svikaleyst samband tó meiri og meiri at siga. Bæði fyri einstaka føroyingin og fyri framburðin í okkara samfelag? Ómaksleyst samskifti skulu allir føroyingar kunna taka fyri givið, tí tað er treytin fyri at virka í heimssamfelag okkara. Fortreytin fyri ómaksloysi er tó, at fólk við góðum førleikum hvønn dag gera sær ómak fyri at framtíðartryggja eitt sterkt og nútíðarhóskandi fjarskiftiskervi, sum kann bera vaksandi ferðsluna, lúka nútímans trygdarkrøv og nøkta tørvin hjá einstaka kundanum?

So kann FT ikki samstundis forsvara, at brekið á sjókaðalin ikki er rættað eftir at hálvt ár er farið. Hetta er átaluvert, og tað kann ikki góðtakast.

Suðuroyingar og sandoyingar fáa harvið ikki javnbjóðis atgongd til eins skjótt og svikaleyst samband, sannlíkt í langa tíð, sum fólk í miðstaðarøkinum.

Orsøkin til hesa ótolandi støðuna hjá suðuroyingum sýnist stava eina og aleina av niðurraðfestingum hjá leiðsluni á FT og vantandi vilja til at fremja skjótar og neyðugar ábøtur á sjókaðalsambandið til Sand- og Suðuroynna. Munur er á, hvussu skjótt verður borið at, tá brek henda á uttanlands-sjókaðalin.

FT sigur seg ikki at taka nakað annað fyri givið enn sína uppgávu at røkja og menna eitt so sterkt, skjótt og nútíðarhóskandi kervi sum yvirhøvur til ber, og at selja nettænastur til allar fjarskiftisveitarar undir javnbjóðis treytum.

FT lýsir seg at vera tað, ið bindur okkum saman. At sterkast av øllum bondum eru tey bond, ið vit menniskju knýta, og tað man vera grundin til, at vit menniskju ongantíð gevast við at knýta tey. Og at hesi bond knýtast best, og vara eisini longst, tá møguleikin fyri góðum samskifti er til staðar.

Men í Suðuroynni kunnu hvørki privat, vinna, sjúkrahús, bankar v.m veita sínar skyldur orsakað av, at FT hevur latið staðið til og ikki røkt og ment eitt eins sterkt, skjótt og nútíðarhóskandi kervi sum yvirhøvur til ber. Við tí úrsliti, at FT nú hevur brek á trimum sjókaðalum samstundis.

Bjarni Hammer