Operations Assistant til flogsamskipanina (OPS – OPERATIONS) hjá Atlantic Airways

Lýsing17-01-2020 - 20:45 - Jóanis Albert Nielsen

Vit leita eftir starvsfólki til flogsamskipanina til at samskipa og ráðleggja flogferðslu og manning av flogførum.

Tað verður tín uppgáva at
- Taka tær av dagligu samskipanini av flogferðslu og manning
- Samskipa og samskifta í sambandi við broytingar í flogferðsluni
- Ráðleggja arbeiðstíð hjá manningini á flogførunum
- Samskifta við veitarar og onnur flogfeløg (B2B)
- Optimera raktsturin av manningarviðurskiftum
- Taka tær av øðrum umsitingarligum uppgávum

Um teg 
- Tú hevur skrivstovu- ella logistikútbúgving
- Tú hevur góð greiningarevni og sera góðar KT førleikar
- Tú gongur høgt uppí at halda reglur og trygdarviðtøkur á økinum
- Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað
- Tú varðveitir yvirlit, tá ið á stendur
- Tú dugir føroyskt, skandinaviskt og enskt
- Tú hevur reina revisváttan

Um starvið 
Á deildini avgreiða vit og hava eftirlit við allari flogferðslu og tryggja, at flogferðslan gongur so smidliga sum gjør­ligt. Ferðin er ofta høg, og optimering av manning og flogførum hevur ein avgerandi leiklut.

Vit bjóða
Fyri rætta viðkomandi er talan um eitt spennandi, av­bjóðandi og fjølbroytt starv í eini dynamiskari fyritøku í støðugari menning. Tú fert at samstarva tvørturum deild­ir við fleiri ymiskar fakbólkar, og er hetta samstarv av­gerandi fyri at náa einum góðum úrsliti.

Setan
Talan er um eitt fulltíðarstarv í skiftandi vaktum. Vaktir eru alt samdøgrið; eisini um vikuskiftið og heiligdagar. Løn og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er á høvuðs­skrivstovu okkara í Vága Floghavn.

Vilt tú vita meira um starvið?
So ert tú vælkomin at venda tær til Jóhan Mikkelsen, virka­ndi flogsamskipanarleiðara, á tlf. +298 21 37 84 ella á oha@atlantic.fo ella til Elina Sigvardsen, starvs­fólkaleiðara, á tlf. +298 21 37 02 ella á elin@atlantic.fo

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og við­­kom­andi tilfari skal sendast við telduposti til starv@atlantic.fo í seinasta lagi 03.02.2020. Allar umsóknir verða við­gjørd­ar í trúnaði.