Onki Álakeri uttan neyst

Politikkur03-12-2018 - 16:54 - Jóanis Albert Nielsen
Eg kundi als ikki ímyndað mær Álakeri uttan verandi neyst. Nú býráðið samtykti at byggja smábátahavn í Álakeri og bøta um bátahylin í Kaldbaksbotni, so hildu nøkur, at alt Álakeri skuldi broytast og verandi neyst takast burtur.

So er als ikki. Vit hava tvørturímóti tikið enn eitt tak fyri bæði verandi bátaeigarar og neystaeigarar í høvuðsstaðnum, tí nú fara vit undir at byggja smábátahavn í Álakeri, og at bøta um bátahylin í Kaldbaksbotni.

Býráðið játtaði 3,2 milliónir krónur til at fyrireika eina nýggja smábátahavn í Álakeri til 250 bátar, og til at leggja eitt nýt grótkast í Kaldbaksbotni, so bátaeigarar har fáa betri umstøður at leggja sínar bátar í lívd av illveðri.

Neystini fara ongan veg, og tað hevur heldur ongantíð verið ætlanin. Vit hava fingið bátadráttin, fyri mongum árum síðan, og nú taka vit næsta stigið og byggja eina veruliga smábátahavn í Álakeri.

Sum sagt skulu bátaeigarar hava bestu umstøður at røkja síni áhugamál og harvið eisini tað livandi umhvørvið, sum teir skapa rundan um seg. Stórur partur av hesum umhvørvi eru júst neystini.
Bogi Andreasen, form í vinnunevndini