Ongantíð gingið so skjótt at fylla Ågot

Vinna16-01-2018 - 23:37 - Jóanis Albert Nielsen

Ågot sum hevur roynt á Flemish Cap er farin at sigla inn til Bay Robert í New Foundlandi, har teir skulu landa. Tá ið liðugt er at landa verður farið aftur á Flemish Cap, har restin av felagskvotuni skal fiskast.

Tað hevur aldrin fyrr gingið so skjótt at fylla Ågot, skiparin Hjaltur Poulsen sigur, at teir hava brúkt 9 døgn og 6 tímar at fylla fult uppundir lúkurnar á Ågot.

Ågot hevur 140 tons.