Ómerktur reiðskapur

Vinna19-01-2021 - 22:24 - Jóanis Albert Nielsen

Vørn fær javnan fráboðan um, at ómerktur reiðskapur stendur framvið landið í firðum og sundum. Tað kemur fyri, at dunkar verða brúktir til flot, í staðin fyri boyur. Dunkarnir eru oftast dimmir á liti og síggjast tí ikki. Hetta er til stóran ampa fyri tey sum sigla í økinum og harafturat kann hetta elva til trupulleikar, um so er, at tað kemur um skrúvuna. Talan er ofta um reiðskap sum hevur staðið í langa tíð.

Faststandandi reiðskapur eigur at vera merktur soleiðis, at havnakenningarnummarið ella navn og bústaður eigarans, er málað á boyurnar.

Boðast skal tí frá, at Vørn fer í næstum, at draga ómerktan reiðskap og taka hann við til lands.

Samstundis verður heitt á tey, sum reka fiskiskap við rúsum og ikki hava merkt hesar, at gera tað beinavegin.