Ólólig dronuflúgving

top14-08-2019 - 23:06 - Jóanis Albert Nielsen

Seinastu tíðina hevur politiið fingið fleiri fráboðanir um, at dronur eru at síggja yvir bygdum øki og nærri enn 5 km frá flogvøllinum.

Vit vilja gera vart við, at hetta ikki er loyvt.

Heitt verður tí á borgarar um at fráboða politinum, um tit síggja dronur í áðurnevndu økjum. Fyri at politiið kann finna fram til dronuføraran, er neyðugt, at vit fáa upplýsingar um t.d. nummarplátu á bili ella aðrar upplýsingar, sum kunnu føra til, at vit finna viðkomandi persón.