Øll skulu loftast

politikkur19-02-2020 - 15:53 - Jóanis Nielsen

Javnaðarflokkurin hevur í dag lagt fram uppskot um at víðka dagpeningaskipanina til eisini at fevna um langtíðarsjúk. Eingin, sum kemur í svára sjúkralegu, skal standa á berum, sigur Aksel V. Johannesen, formaður.

Í verandi dagpeningalóg er ásett, at dagpeningur í mesta lagi verður veittur í 40 vikur. Hetta merkir, at langtíðarsjúk, sum t.d. framvegis eru í sjúkuviðgerð aftaná 40 vikur, detta burtur úr skipanini. Fyri at fáa rætt til fyritíðarpensjón skal tað vera staðfest, at viðkomandi ikki verður arbeiðsførur aftur, og meðan viðkomandi framvegis er í viðgerð, er trupult at staðfesta, um viðkomandi fær ella ikki fær arbeiðsførleikarnar aftur. Tí hevur viðkomandi, sum framvegis er í viðgerð, ikki rætt til fyritíðarpensjón. Hevur viðkomandi nakað av uppsparing á bók, ella hevur hjúnafelagin inntøku, hevur viðkomandi heldur ikki rætt til forsorg.

-Við verandi lóg detta summi niðurímillum allar sosialar skipanir og hava ongan rætt til stuðul ella forsorgarhjálp. Vit tosa um fólk, sum eru í eini svárari støðu í lívinum. Tað er ikki nóg gott, og tí vilja vit víðka skipanina, so øll verða loftað, sigur Aksel V. Johannesen.

Í Danmark er serlig grein sett í dagpeningalógina viðvíkjandi langtíðarsjúku. Tinglimir Javnaðarfloksins halda, at vit somuleiðis eiga at fáa eina grein inn í føroysku dagpeningalógina, sum viðvíkur langtíðarsjúku.

Í fjør var talan um 105 persónar, sum vóru í skipanini í 40 vikur.